Description
Vikuskiftis Atgongumerki:
Vikuskiftis atgongumerkið gevur atgongd til Skrapt 7. og 8. juli 2023. Festivalurin fer fram á niðasta parti av Tórsgøtu. Byrjunar serprísur inntil 14. juni: 695,- (Frá 30. juni hækkar prísurin upp í 850,-)
Eykað:
Harumframt gevur vikuskiftis atgongumerkið forrættindi til eftirleikin, sum verður sunnudag 9. juli 2023. Millum annað við Extreme Chill ambient session í Svimjihøllini í Gundadali og eftirveitslu í Sirkus og Niðri Undir. Nærri kunning um tað kemur seinni.
Atgongumerki og armbond:
Atgongumerki og kvittan vera send við telduposti, tá tú hevur bílagt og goldið. Frá mánadegnum 26. juni verða armbond sett á í býti við keypt atgongumerki í hølunum hjá Landskrona á Tórsgøtu og Sirkus í Vágsbotni. Hvønn dag frá kl 17-22.